Norski verjuovastin: - Kríggið verður drúgt

- Samráðingarviljin hjá russiska forsetanum er ógvuliga lítil, og tað er eisini ógvuliga lítið at samráðast um, heldur Eirik Kristoffersen.

- Vladimir Putin er sinnaður at kríggjast leingi, heldur norski verjuovastin, Eirik Kristoffersen.

Norski verjuovastin, Eirik Kristoffersen, væntar, at tað eisini verður kríggj í Ukraina um eitt ár. Tað segði hann á einum politiskum pallborðsfundi.

 

Tá norska Dagbladet spyr hann um hesa útsøgn, samanber hann kríggið í Ukraina við fyrra heimsbardaga.

 

- Kríggið minnir um fyrra heimsbardaga. Partarnir gravaðu seg niður í skotgravir, og kríggið gjørdist drúgt, sigur hann.

 

Verjuovastin væntar, at Vladimir Putin, forseti, er sinnaður at kríggjast leingi. Hann rópar støðuna "statiska".

 

- Eg trúgvi, at kríggið verður drúgt. Tað gongur móti vetri, og tá trúgvi eg, at støðan verður enn meira fastløst, heldur Eirik Kristoffersen.

 

Men, nær væntar so verjuovastin, at støðan fer at broytast?

 

- Tað er trupult at siga. Samráðingarviljin hjá russiska forsetanum er ógvuliga lítil, og tað er eisini ógvuliga lítið at samráðast um. 

 

Eirik Kristoffersen leggur aftrat, at tað er Vladimir Putin, sum hevur hertikið partar av Ukraina.

 

 

 

- Vladimir Putin er sinnaður at kríggjast leingi, heldur norski verjuovastin, Eirik Kristoffersen.