Norski sjómaturin setur útflutningsmet

Noreg hevur ongantíð í einum hálvum kalendaraári havt so stórt útflutningsvirði uppá sjómat

Tað gongur væl hjá norðmonnum at útflyta sjómat. So væl, at fyrra hálvár av 2015 er besta hálva árið nakrantíð hjá norskum sjómatsútflytarum, tá talan er um virði av útflutninginum.

 

Norska "Kystmagasinet" skrivar, at Noreg hevur fyrra hálvárið í ár útflutt sjómat fyri eitt virði uppá 34 miljardir norskar krónur. Tað svarar til umleið 28,2 miljardir krónur í okkara peningi.

 

Talan er um eina virðisøking uppá 1,5 miljardir norskar krónur sammett við fyrra hálvár í 2014. Fyri juni í ár er eisini talan um ein metgóðan juni-mánað. Í juni í ár útfluttu norðmenn sjómat, sum hevur eitt virði uppá 5,8 miljardir norskar krónur. Tað er 932 miljónir norskar krónur meir enn í juni í fjør. 

 

Toskur, sum næstan ikki sæst á okkara leiðum eigur ein stóran lut í stóra vøkstrinum. Kystmagasinet skrivar, at útflutningurin av toski hevur havt ein javnan vøkstur alt árið higartil. 

 

Fyrra hálvárið í ár útflutti norska laksavinnan fyri 21,9 miljardir norskar krónur. Tað er ein øking í mun til fyrra hálvár í fjør uppá 537 miljónir norskar krónur. Gjøgnumsnittsprísurin fyri laks í juni varð 41 norskar krónur pr. kg. Í fjør varð gjøgnumsnittsprísurin fyri laks í juni 36,27 norskar krónur. 

 

Tá talan er um klippfisk er talan um eina øking í útflutningsvirði uppá heili 29 prosent í mun til fyrra hálvár í fjør.