Norski oljugrunnurin misti 1637 milliardir í fjør

Tapið hjá stóra norska oljugrunninum í 2022 var upp á 1637 milliardir norskar krónur

 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Upphæddin svarar til 1.100 milliardir í okkara krónum og er tað størsta tapið í søguni hjá oljugrunninum.

Higartil størsta tapið í søgu grunsins var í 2008, tá grunnurin misti 633 milliardir norskar krónur.

Norski oljugrunnurin er ein av heimsins størstu íleggjarum.

 

Marknaðarvirðið á norska oljugrunninum er góðar 9.000 milliardir danskar krónur.