Í dag eru flest allir norðmenn sera fegnir um oljugrunnin, hóast tað javnan er frammi, hví ikki fleiri pengar kunnu brúkast úr grunninum. Í vikuni var ein av stjórunum í norska oljugrunninum í Føroyum, har hann helt fyrilestur í Oljutinginum. Pål Haugerud vísti á, at um føroyingar finna olju ein dag og fáa stórar inntøkur frá hesi vinnu, so kunnu norsku royndirnar við einum oljugrunni kanska vera til hjálpar. Tað finnast í dag fleiri ymiskir oljugrunnar í heiminum, eitt nú í Alaska, Kuwait, Venzuela og Noregi. Sjálvir halda norðmenn, at teirra grunnur er av teimum frægu, skal man veruliga tosa um at spara upp inntøkur frá oljuvinnuni til komandi ættarlið eisini. Hetta krevur, at tað er stór politisk semja, og tað hava norðmenn so megnað higartil. Tó at Framburðsflokkurin, sum í dag er ein tann størsti flokkurin í Noregi, fegin sær, at slúsurnar verða latnar upp, so oljupengarnir kunnu streyma út í samfelagið. Tað verður tó helst av ongum, soleiðis sum Stórtingið er mannað.
Norska skipan góð fyrimynd
Norski oljugrunnstjórin mælti føroyingum til at hyggja eftir norsku skipanini, tá vit ein dag møguliga skulu til at gera av, hvat risastórar inntøkur frá eini oljuvinnu skulu brúkast til og hvvussu tær skulu handfarast.
Norsku royndirnar eru so mikið góðar, at fleiri onnur lond leita til Noregs at kunna seg um norsku skipanina. Eitt nú hevur nýggja oljutjóðin Eysturtimor júst sett á stovn ein oljugrunn eftir norskum mynstri. Nær ein komandi føroysk oljutjóð fer at gera tað er so upp til politikararnar.
Skipanin í dag er tann, at oljupengarnir verða spardir upp til komandi ættarlið, men avkastið, sum er umleið 4%, er so tøkt á fíggjarlógini á hvørjum ári.
Norðmenn leggja stóran dent á, at pengarnir í oljugrunninum ikki fara til íløgur í norska samfelagnum. Har er staturin sum er eitt nú gjøgnum Satoil longu ein stórur íleggjari. Tískil verða oljupengar frá Oljugrunninum til íløgur bara brúktir í útlandinum.
Brúkið sunt vit og skil
Norski oljugrunnstjórin greiddi umleið 60 vinnulívsfólki, politikarum og øðrum áhugaðum á Oljutinginum á Hotel Føroyum mánakvøldið frá, hvussu øll skipanin við oljugrunninum er bygd upp og virkar. –Tað ræður um at brúka sítt sunna vit og skil, soleiðis at inntøkurnar koma fleiri ættarliðum til góða. Vit hava valt ikki at brúka ov nógv men heldur spara upp til eitt nú eldru ættarliðini, sum verða størri og størri umframt til komandi ættarlið. Skipanin virkar soleiís, at man hevur integrerað oljuinntøkurnar í sjálvan fíggjarpolitikkin og hevur man sera góðar og neyvar rættningslinjur fyri, hvussu nógv man kann brúka úr grunninum hvørt ár.
Tað ræður tí um at umsita grunnin, sum verður mettur at vera heimsins størsti grunnur, væl. Tað eru 4000 milliardir krónur í grunninum. Eigarin av grunninum er norska Fíggjarmálaráðið og verður grunnurin umsitin av Norges Bank. Eftirlitið við grunninum og tess risainntøkum verður eisini raðfest sera høgt. Í veruleikanum fungerar grunnurin sum ein sparikonto hjá statinum. Í mun til aðrar oljugrunnar í heiminum, so verður roynt at tryggja, at talan ikki er um sparing, sum so samtíðis fer útaftur sum lán í hinum endanum.
Góðir stovnar altavgerandi
Pål Haugerud vísti á, at tað hevur alstóran týdning fyri eitt oljuland, at tað hevur teir neyðugu almennu stovnarnar, sum skulu tryggja bæði opinleika og eftirlit og fíggjarliga forsvarliga umsiting av oljuinntøkunum sum t.d. eitt sterkt Fíggjarmálaráð og ein góðan sentralbanka. Nógv lond sum hava stórar oljuinntøkur mangla hesar týðandi stovnar. Um Føroyar finna olju er hesin trupulleikin neyvan til steða helt hann fyri.
Ein orsøk til at hava ein oljugrunn er tann, at ein búskapur klárar ikki at standa modell til, at so nógvir pengar fara út til forbrúk. Sostatt er oljugrunnurin eisini eitt amboð til at tryggja, at búskapurin ikki fer um koll, verður ovurupphitaður. Oljuinntøkurnar skulu stuðla búskapinum men ongantíð koma ístaðin fyri fíggjarpolitikkin. Tí er tí sera vigtugt, at talan er um eitt greitt ábyrgdarbýti, at dentur verður lagdur á opinleika, soleiðis at fólk hava álit á grunninum.