Dagens Næringsliv (DN) í Noregi skrivar, at nógvar norskar "laksafamiljur" eru vorðnar munandi ríkari eftir eitt nýtt metár í 2017. Hesi fólk tjena pening, sum tey ikki kunnu gera nýggjar íløgur í eina veksandi laksavinnu fyri.
Strongu norsku umhvørviskrøvini merkja, at norska alivinnan ikki kann veksa við at taka nýggj aliøki í nýtslu, fyrr enn umhvørvistrupulleikarnir eru loystir. Tí hevur norska alivinnan heldur ikki vaksið um framleiðsluna seinastu fimm árini. Hetta hevur elvt til, at laksaprísurin er tvífaldaður, tí eftirspurningurin eftir laksi er so nógv øktur.
Í staðin fyri at gera nýggjar íløgur í framhaldandi vøkstur av alivinnuni, hava eigararnir goldið sær meira í vinningsbýti. Hetta sæst í ársuppgerð hjá fleiri enn 350 alifeløgum sum vísir, at bara í fjør varð vinningsbýtið trífaldað í mun til árið fyri, nevniliga úr tveimum upp í seks norskar miljardir.
Dagens Næringsliv veit eisini at siga, at útreiðslurnar til lønir í norsku alivinnuni nærmast eru eksploderaðar og soleiðis tvífaldaðar eftir fimm árum, hóast laksaframleiðslan ikki er økt, men heldur hevur staðið í stað.
Størvini í alivinnuni eru økt við 50 prosentum seinastu árini, men produktiviteturin er ikki øktur samsvarandi hesum. Ein greining, sum Dagens Næringsliv hevur gjørt, visir, at lønarútreiðslurnar eru øktar við heili 86 prosentum eftir fáum árum, samstundis sum nøgdin av laksi stórt sæð er hin sama.
Hetta hevur fingið fleiri alarar at ávara um skeivu gongdina í norsku alivinnuni.










