Norska TV2, sum saman við www.vg.no hevur mest vitjaðu heimasíðuna í Noregi, ger eisini nógv burturúr teimum trimum brotsspørkunum, sum EB/Streymur brendi innanfyri 28 minuttir í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti HB farna leygardag. Norska TV2 hevur á www.tv2.no enntá valt at brúka eina mynd frá dystinum millum Manchester City og EB/Streym, tá liðini møttust í UEFA Cup kappingini í 2008, fyri at geva sínum lesarum eina greiðari fatan hvat lið talan er um.
Í greinini sum eitur "Tre straffebom på 28 minutter" skrivar norska TV2 ógvuliga punktligt um hvussu Alex dos Santos, Gert Hansen og Arnbjørn Hansen brendu hvør sítt brotsspark innan 28 minuttir í fyrra hálvleiki. Norska TV2 skrivar, at Arnbjørn Hansen skoraði tvey vanlig mál, og at EB/Streymur vann dystin 3-1, men at tað er neyvan tað, sum fólk fara at minnast dystin fyri.
Slóðin til greinina er: www.tv2.no/sport/fotball/tre-straffebom-paa-28-minutter-3524159.html










