Norski Framburðsflokkurin fer úr norsku stjórnini.
Hesum boðar floksforkvinnan, Siv Jensen, frá á tíðindafundi í kjalarvørrinum á fundi við forsætisráðfrúnna, Ernu Solberg úr Høyre.
Fundurin við Ernu Solberg var hildin eftir kreppuna, sum stóðst av, at norsku myndugleikar tóku heim eina kvinnu og tvey børn hennara úr Sýria.
Talan er um ein 29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnu. Hon er skuldsett fyri at hava tilknýti til tveir hernaðarligar felagsskapir í Sýria – annar teirra er Islamskur Statur m (IS).
Innflytarakritiski flokkurin, Framburðsflokkurin, hevur verið ímóti heimtøkuni av kvinnuni.
– Tað er ikki longur grundarlag fyri, at FrP heldur fram í stjórnini. Tí havi eg í dag boðað forsætisráðfrúnni frá, at tað heldur ikki er grundarlag fyri at leggja listan við krøvum fram.
– Vit hava eisini merkt okkum tey signal, sum aðrir flokkar í stjórnini eru komin við í mun til at semjast við Frp, sigur hon sambært NRK.
Í norsku stjórnini eru nú Høyre, Venstre og Kristelig Folkeparti.
Siv Jensen sigur, at flokkurin framvegis vil, at Erna Solberg er forsætisráðfrú.
– Vit hava einki ynski um at skifta landsins forsætisráðfrú. Vit halda at Solberg er tann rætta til eisini at leiða landið framyvir, sigur hon.
Tann 29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnan lendi seint fríggjakvøldið í Noreg og varð alt fyri eitt handtikin. Hon er í dag varðhaldsfongslað í fýra vikur.
Erna Solberg viðmerkti støðuna beint eftir tíðindafundin hjá Siv Jensen.
Hon legði dent á fyrist og fremst, at hon hevur ætlað at vera sitandi í minnilutastjórn.
Hon sigur eisini, at norska uttanríkisráðið hevði kennað møguleikan fyri bert at fáa børnini heim til Noregs.
Tað bar tó ikki til, sigur hon.
– Tí stóðu vit í eini tvístøðu, har møguleikarnir vóru at taka øll heim ella lata tey verða verandi harniðri, sum hevði sett lívið hjá fimm ára gamla dreingini í váða, sigur Erna Solberg.
/ritzau/