Norðmenn hava illgruna um, at Norðborg hevur koyrt sild útaftur Norska sjóverjuskipið KV Svalbard tók í gjár føroyska skipið Norðborg, sum royndi eftir sild í norskum sjógvi.
Sjóverjan sigur í tíðindaskrivi, at skipið bleiv tikið, tí illgruni er um, at tað hevur koyrt sild útaftur.
Norðborg kom til Tromsø fyrrapartin, og málið er nú hjá løgregluni har.










