Norska sjóverjan slapp ikki at taka trolaran "Elektron"

Løgregluovastin í Tromsø heldur, at onkur í Oslo forðaði sjóverjuni at taka russiska trolaran "Elektron", sum rýmdi undan sjóverjuskipunum við tveimum norskum eftirlitsamonnum

Fimm norsk sjóverjuskip fylgdu russiska trolaranum, til hann kom inn um russiska markið. Men norsku sjóverjuskipini gjørdu onga roynd at steðga "Elektron", og tað undrar løgregluovastan í Tromsø.
 Slapp sjóverjan at taka russiska trolaran, kundi hon gjørt tað, og so hevði skipið komið í norska havn, sigur Truls Fyhn, løgregluovasti við Aftenposten, men hann vil ikki gera viðmerkingar til, hvør bað sjóverjuna lata russiska trolaran sleppa. Hann leggur tó ikki fingrarnar ímillum:
 Eg eri vísur í, at sjóverjan fekk ábendingar um, at teir politisku myndugleikarnir í Oslo vóru uppi í málinum, og at teir høvdu sína egnu orsøk til at gera tað, sigur Truls Fyhn. Aftenposten skrivar, at ein orsøk kann vera, at norðmenn og russar skjótt skulu samráðast um fiskiveiðirættindi, og ein onnur kann vera áhugin hjá norskum feløgum at fáa lut í russiska oljuævintýrinum har eysturi í Barentshavinum.