Norska fregnartænastan: Haldið eyga við Huawei

Enn ein vesturlendsk fregnartænasta mælir til at vísa varsemi í samstarvinum við kinesisku telefyritøkuna

Norska fregnartænastan PST heitir nú at norsku myndugleikarnar at halda eyga við kinesisku telefyritøkuni Huawei. Tað skrivar NRK og aðrir norskir miðlar í dag.


Tað er í samband við árligu frágreiðingini um trygdina hjá tjóðini, at PST ávarar um, at lond sum Russland og Kina fremja njósning í Norra og móti norskum áhugamálum.


Benedicte Bjørnland, leiðari í PST, leggur dent á, at tað sum so ikki er nakað galið við Huawei, men stúrir man fyri tætta tilknýtinum til kinesiskar myndugleikar.


- Vit hava sagt, at man skal halda eyga við Huawei í samband við útbyggingina av 5G-netinum. Ikki tí at vit trúgva nakað er galið við Huawei ella fólkunum, ið arbeiða í Norra, men sum felag hevur Huawei eftir øllum at døma rættiliga tætt tilknýti til kinesiskar myndugleikar, sigur leiðarin sambært NRK.


Fráboðanin kemur ein mánað eftir, at norska løgmálaráðið boðaði frá, at man umhugsar at seta tiltøk í verk, ið útihýsir Huawei frá útbyggingini av norska 5G netinum.


Tore Larsen Orderløkken, trygarleiðari hjá Huawei Norra, afturvísir, at nøkur orsøk er at vera stúrin fyri at samstarva við Huawei.


- Vit fara aldrin at geva myndugleikunum í nøkrum landi atgongd til upplýsingar um okkara kundar ella samstarvsfelagar. Vit hava veitt okkara vørur í norska marknaðinum í yvir tíggju ár uttan nakra stórvegis trygdartilburð, sigur Tore Larsen Orderløkken sambært NRK.


Her á landi samstarva bæði Føroya Tele og Hey við Huawei um útbyggingina av 5-neti. Stjórarnir í báðum feløgum hava áður sagt, at man heldur eyga við umrøðuni av Huawei, men at man higartil ikki hevur nakra orsøk at slíta samstarvið við kinesisku fyritøkuna.


Innlit í Miðlahúsið hevur fingið hendur á vísir eisini, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið er í samskifti við Center for Cybersikkerhed, ið er ein deild undir Forsvarets Efterretningstjeneste. Danski stovnurin hevur havt fundir við umboð úr Løgmansskrivstovuni, Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Gjaldstovuni, Fjarskiftiseftirlitinum og Føroya Tele um samstarvið við Huawei og hvussu tey framyvir kunnu hjálpa føroyskum myndugleikum.