Arsenal hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt norsku landsliðsstjørnuna, Martin Ødegaard, frá Real Madrid. Tað verður mett, at prísurin liggur um 260 milliónir krónur.
Martin Ødegaard var í farna kappingarári útleigaður til júst Arsenal. Hetta hevur riggað so mikið væl, at Arsenal nú hevur keypt norska miðvallaran. Martin Ødegaard hevur leingi verið mettur sum eitt tað størsta talenti í altjóða fótbólti, eftir at hann sum bara 15 ára gamal bleiv seldur til Real Madrid frá Strømgodset.
Síðani er hann nokk yvirhálaður av landsmanninum Erling B. Håland, men sum 22 ára gamal hevur Martin Ødegaard skift til Arsenal, har hann væntandi fær meiri spælitíð, enn hann fekk í Real Madrid.
Úr Spania ljóðar, at Florentino Perez, forseti hjá Real Madrid, hevur eina ætlan um at keypa bæði Kylian Mbappé og Erling B. Håland til komandi kappingarár. Tá er Kylian Mbappé uttan sáttmála, og keypsprísurin hjá Erlingi B. Håland minkar orsaka av átekningunum í sáttmálanum við Borussia Dortmund.