Norskt fiskiskip hevur mist mann í Barentshavinum

- Í samráð við ráðgevarar og skiparan á norska fiskiskipinum verður nú leitað eftir líkinum á tí, sum fór fyri borð í kvøld.

 

 

Høvuðssjóbjargingarstøðin í Norðurnoregi hevur í kvøld sett leiting í verk í samband við, at eitt norskt fiskiskip hevur mist ein av manningini í Barentshavinum.

 

Tað váttar bjargingarleiðarin, Øyvind Aadde, yvirfyri norskum miðlum í kvøld, og tað var norska kringvarpið NRK, sum fyrst skrivaði um syrgiligu vanlukkuna.

 

Tað var klokkan 19.05 lokala tíð, at Høvuðssjóbjargingarstøðin fekk boðini um, at eitt norskt fiskiskip hevði mist ein av manningini í Barentshavnum.

 

Sambært bjargingarleiðaranum fór hendingin fram 100 sjómíl eystur úr oynni, Hopen. 

 

Skipið sendi út neyðarkall, og fleiri fiskiskip og eitt vaktarskip løgdu leiðina móti norska fiskiskipinum. Hetta eru víðfevndar havleiðir, og tað tekur tíð at vinna fram til vanlukkustaðið.

 

Stutt eftir klokkan 21.30 lokala tíð í kvøld upplýsti Høvuðssjóbjargingarstøðin, at hin saknaði helst er deyður. Í samráð við ráðgevarar og skiparan á norska fiskiskipinum verður nú leitað eftir einum líki.

 

Høvuðssjóbjargingarstøðin í Norðurnoregi skrivar á Tvitter, at sannlíkindi tíverri ikki eru fyri, at hin saknaði framvegis er á lívi. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at nú verður arbeitt við at boða teimum avvarðandi frá, og tað er løgreglan í Troms, sum fer at taka sær av kanningararbeiðnum.

 

Tað er vindur, kavaslettingur og vánaligt sýni á leiðini, har syrgiliga hendingin fór fram í kvøld.

 

Dagføring:

 

Í kvøld klokkan 22.24, lokala tíð, sigur Høvuðssjóbjargingarstøðin í Norðurnoregi, at bjargingarátakið í Barentshavinum er steðgað. 

 

- Vit biðja tykkum skilja, at skipanavn og reiðarí ikki verða almannakunngjørd í hesum umfari, verður lagt aftrat. 

 

##med2##

 

 

 

Hendingin fór fram 100 sjómíl eystur úr Hopen, sum er partur av oyggjabólkinum, Svalbard.