Norsk oljukanón í Oljutinginum

Fyrrverandi nevndarformaðurin í norsku oljufyritøkuni Statoil, Olav Fjell kemur nú á sína fyrstu vitjan í Føroyum.

Oljufundur


Hann er boðin hendavegin av Oljutinginum og skal halda fyrilestur á Oljutinginum, sum verður hósdagin í næstu viku á Hotel Føroyum. Tá fer hann at umrøða vinnu sum heild og her við sersligum atliti til altjóða oljuvinnu.

Olav Fjell var í síni tíð sum oddamaður í Statoil ein av teimum ítarstu talsmonnunum fyri at felagið skuldi varðveita og menna sítt leitivirksemi við Føroyar. Sjálvur varð hann noyddur at fara frá sum nevndarformaður í Statoil eftir at tað kom fram, at felagið hevði ikki borið seg rætt at í sínum virksemi í Iran.