Norska metsølubókin Berlinaraspirnar, ið skúgvaði Dan Brown av ovastu rók á norsku metsølulistunum, er nú komin út á føroyskum
Forlagið Nýlendi hevur júst givið út virðisløntu bókina Berlinaraspirnar eftir Anne B. Ragde í føroyskari týðing hjá Jákupi í Skemmuni.
Skaldsøgan snýr seg um teir tríggjar brøðurnar Margido, Tóra og Erlend, ið ikki hava borið eyga við hvønn annan í óminniligar tíðir.
Nú mamman liggur á deyðastrá, hittast brøðurnir aftur. Meðan gamla liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvett, eru djúpari, enn teir grunaðu. Meðan nýggj bond daga fram, sum teir als einki vistu um, gerst søgan ikki bara óvanliga spennandi. Serliga hugtakandi er tað at síggja merkiliga góðu evnini hjá høvundanum at lýsa lyndiseyðkennini og ørskuna hjá vanligum fólki.
Ein sjarmerandi skaldsøga um sjúk ættarviðurskifti, skitin mannfólk og grísafjós. Men eisini ein søga um lív, deyða, kærleika og sakn.
Tá ið Berlinaraspirnar kom út í 2004, fekk hon sera góð ummæli og fleiri virðislønir. Skjótt streyk bókin eisini upp á toppin á metsølulistanum í Noregi, har hon skúgvaði Dan Brown til viks og lá har í 78 vikur, sum er markið fyri, hvussu leingi ein bók kann liggja á tí listanum.
Berlinaraspirnar er 296 síður og fæst í bókabúðunum.