Norsk línuskip rokast á Flemish Kap

Tað frættist, at norsk línuskip hava havt rokfiskiskap, síðan tey byrjaðu at fiska á Flemish Kap.

Tað eru ikki bara føroysk skip, sum eiga kvotu á Flemish Kap. Millum aðrar tjóðir, sum eiga kvotu á hesi fjarskotnu leið, er eitt nú Noreg. 

 

Sum skilst, eru eisini trý ella fýra norsk línuskip á Flemish Kap, og tey eru nakað fyrr har yviri enn føroysku skipini.

 

Onkur norskur línubátur lá við manning og bíðaði, til farið varð um 1. januar, og onnur línuskip vóru nær, tá loyvt varð at byrja fiskiskap.

 

Føroyska kvotan á Flemish Kap er stívliga 3.000 tons, men sum skilst er norska kvotan væl minni. 

 

Tað frættist, at norsk línuskip hava havt rokfiskiskap, síðan tey byrjaðu at fiska har yviri. Menn, sum vita um gongdina hjá norðmonnum at siga, halda, at norðmenn longu eru um at verða lidnir við línukvotuna.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at føroysk línuskip í ár sleppa at fiska 2/3 av føroysku kvotuni - og føroysku trolararnir sleppa at fiska 1/3.

 

Í fjør varð kappfiskað um føroysku kvotuna á Flemish Kap, tí alt var felagskvota, men í ár verður so eingin kapping millum húk og trol.