Norsk kvøldseta í Norðurlandahúsinum

Í samband við at Jens Stoltenberg, norskur forsætismálaráðharri vitjar í Føroyum í næstum, verður norsk-føroysk kvøldseta í Norðurlandahúsionum, hósdagin, Kristihimmalferðardag, sum er tann 17. Mai.

Kvøldsetan byrjar klokkan 17.55 og endar umleið 19.30.

Tiltakið byrjar við at Hanus G. Johansen, Ólavur Jakobsen, Mikael Blak og Angelika Nielsen fara at spæla og syngja føroyskt og norskt tilfar hjá Hanus.

Seinni fer Eivør Pálsdóttir at syngja saman við norska sangarinum Odin Staveland frá kenda norska bólkinum Vamp, sum júst hava verið í Føroyum og tikið upp eina plátu m.a. saman við Eivør.

Eivør og Odin fara at framføra bæði færøskar og norskar sangir.

Av øðrum tónlistarligum innsløgum verður Eldra barnakór musikkskúlans, sum Joanna Johansen stjørnar.

Umframt tónleik verður norski stuttfilmurin, Passasjeren, hjá Sakaris Stóra og Laura Joensen fer at lesa upp Laterna Magica hjá William Heinesen.

Eisini verður verða norskt-føroyskt listahándverk sýnt fram í Forhøllini.

Kvøldið endar við felagssangi.