Jan Müller
Ein av komandi døgunum verður avtala undirskrivað millum Norsk Hydro og The Faroes Partnershipbólkin, sum ger, at felagið kann standa frítt at samarbeiða við onnur oljufeløg við Føroyar. Tað verður Saga Petroleum Føroyar, sum fer at standa sum operatørur í bólki saman við Anadarco. Yvirtøkan av Saga er nú heilt liðug, og verður tað Norsk Hydro, sum kemur at eiga Saga Føroyar og reka sítt virksemi á føroyskum øki gjøgnum hetta dótturfelagið.
Eina løtu sá út til, at Norsk Hydro als ikki fór at vera við í leitingini við Føroyar. Tí eftir at felagið uppkeypti Saga, sum var partur av einum øðrum bólki, so mátti Norsk Hydro velja, hvønn av bólkunum tað skuldi vera við í. Og hetta var eingin løtt uppgáva. Eftir drúgvar samráðingar við sín bólk eydnaðist tað so at fáa eina avtalu, sum verður undirskrivað í næstum. Og sambært hesi sleppur Hydro úr bólkinum og kann halda fram gjøgnum Saga Petroleum í hinum bólkinum, tó at ein treyt er, at felagið kann ikki brúka vitanina frá upprunabólkinum í tí nýggja. Tað hevur annars ikki gingið júst so sum Norsk Hydro hevði vónað við nýggja bólkinum. Stóra franska felagið TotalFina og Elf, sum var partur av bólkinum kundi ikki góðtaka uppleggi frá Saga og Anadarco um, hvørji øki man skuldi søkja eftir og hvussu arbeiðsprogrammið skuldi síggja út. So felagið gjørdi korta prosess og tók seg úr bólkinum. Avtalurnar við bólkin eru av slíkum slag, at franska felagið als kann ikki vera við í útbjóðingini. Hetta viðgongur Arvid Halvorsen, stjóri í Hydro er sera óheppið, men gjørt er gjørt. Her vendist ikki aftur. -Vit høvdu ikki ynskt at tað end-aði soleiðis, men hetta var so ein einvís avgerð frá franska felagnum, og tað halda vit er stórt spell.
Ein orsøk til at Hydro fór úr hinum bólkinum var, at felagið á tann hátt fekk leiklutin sum operatørur, og tað hevur nógv at siga fyri felagið sigur Arvid Halvorsen, nú teir hava eina rættiliga góða vitan um føroysku undirgrundina. Men hann viðgongur, at hetta var einki lætt val. Tí Amerada bólkurin er ein góður bólkur.
Arvid Halvorsen sigur, at dyrnar standa opnar fyri øðrum feløgum at koma uppí bólkin at avloysa TotalFina og Elf, men undir øllum umstøðum fara tey bæði feløgini at søkja.
Herfyri upplýsti Arvid Halvorsen, at Norsk Hydro hevur stevnt felagnum Sagex og fyrrverandi Sagafólkum inn fyri rættin í Oslo fyri at forða teimum at verða við í eini útbjóðing í Føroyum, har hesir verða í kapping við Norsk Hydro.
-Orsøkin er tann, at hesi fólk á ólógligan hátt brúka virkis- og handilsloynidómar, sum ein fyrrverandi arbeiðsgevari eigur. Her er bæði talan um viðurskifti hesi fólkini hava skrivað undir uppá, tá tey vórðu sett hjá Saga, og ítøkiliga greinar í norskari lóg. Vit vilja hava ein dóm, sum áleggur Sagexfólkunum at gevast við tí arbeiði tey eru í ferð við í sambandi við fyrstu útbjóðing á føroyska landgrunninum.
Málið kemur fyri við rættin í Oslo hósdagin og fríggjadagin. Um hetta fer at fáa avleiðingar fyri samstarvið millum Sagex og Føroya Kolvetni dugir Arvid Halvorsen ikki at siga. Hann vísir bert á, at hetta hevur einki at gera við Føroya Kolvetni, men snýr seg um tey trý fyrrv. Sagafólkini. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Norsk Hydro til útrættu hondina hjá Terje Hagevang.
Hóast feløg rýma úr føroyska økinum so heldur Arvid Halvorsen, at út frá tí lutvíst lítla økinum talan er um, so eru tað framvegis nógv oljufeløg, sum eru áhugað. -Eg haldi ikki føroyskir myndugleikar hava orsøk til at bera ótta fyri, at henda útbjóðingin ikki skal blíva góð og áhugaverd.










