Norsk alfrøði strikar orðið »indianari«

Orð sum »indianari« og »nekari« eru við til at halda fasthalda rasistiskar fordómar um fólk, verður sagt

»Store norske leksikon« hevur valt at strika orðið »indianari« í fleiri greinum í talgilta verkinum. Í staðin verða heiti sum »upprunafólk« og ítøkiligu heitini á fólkunum – til dømis »inka« ella »sioux« – brúkt.

Kristeligt Dagblad skrivar, at hetta hevur av álvara sett eld í kjakið um, hvussu orð og heiti verða brúkt. Síðani norska alfrøðin tók avgerðina, hevur hon fingið yvir 10.000 facebook viðmerkingar og aðrar áheitanir um avgerðina.

– Øll vaksin: Nú mugu tit siga tykkara børnum, at tey ikki longur kunnu spæla kovboyarar og indianarar, skrivar Tore-John Andreassen, sum er redaktørur á blaðnum Avisa Nordlanda, í einari speiskari viðmerking.

Tey, sum taka undir við at strika orð sum »indianari« og »nekari«, vísa á, at orðini eru við til at fasthalda rasistiskar fordómar um fólk.

– Tann løgfrøðiligi mismunurin millum fólkasløg er kanska burtur, men teir rasistisku strukturarnir verða framvegis varðveittir, skrivar Jakob Semb Aasmundsen, sum er journalistur og stovnaði felagsskapin World Against Prejudice.

Í Noregi vísa fleiri á, at tað er háðandi at kalla fólk indianari, meðan onnur halda, at nú er málsligu avmarkingarnar blivnar ov nógv av tí góða.