Norrøna seinkað vegna motorumvælingar

Vit staðfesta og skifta, innan tað gerst eitt motorbrek, sigur stjórin í Smyril Line. Norrøna siglir á middegi í morgin.

Í kvøld frættist, at fráferðin í kvøld til Danmarkar hjá Norrønu er útsett til í morgin vegna maskinbrek.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril line váttar, at trupulleikar eru, men sigur, at sum so er ikki talan um maskinbrek.

 

- Vit staðfesta vanliga trupulleikan, og umvæla ella skifta so, innan hetta gerst eitt veruligt maskinbrek. Soleiðis er eini hesaferð, sigur Rúni Vang Poulsen.

 

Sum skilst er talan um eina legu í motorinum, ið skal skiftast.

 

Hetta hevur við sær, at fráferðin í kvøld er útsett til í morgin á middegi.

 

- Væntandi er Norrøna tó ikki so nógv seinkað á ferðini til Danmarkar, tí væntandi er Norrøna í Hirtshals inna klokkan 17 leygardagin. Og Norrøna er tískil er eisini væntandi aftur í Føroyum til vanliga tíð mánadagin, sigur Rúni Vang Poulsen.