Norröna seinkað av illveðri

Orsakað av illveðri hevur Norröna krokað inni undir landi í Hetlandi, men kemur til Hirtshals seinnapartin í dag.

Orsakað av illveðri hevur Norröna krokað inni undir landi í Hetlandi, men kemur ætlandi til Hirtshals seinnapartin í dag.

Norröna kom til Hetlands og legði seg undir land at kroka, skrivar Sandoyarportalurin, men tá tað ringasta av illveðrinum var farið, fór hon aftur at sigla.

Smyril Line boðar frá, at orsakað av illveðrinum, er koma til Hirtshals broytt, so Norröna kemur hagar seinnapartin í dag klokkan 15, lokala tíð, og hon siglir aftur úr Hirtshals í kvøld klokkan 19, somuleiðis lokala tíð.