Norra ætlar at goyma heimsins CO2-útlát

Undirgrundin, sum við sínum ríka ráevnisríkisdømi hevur gjørt Norra til eitt av heimsing ríkastu londum, skal skjótt geva fjallalandinum nýggjar inntøkur.

Hetta við at bjóða goymsluhøli til heimsins CO2. Tað skrivar SEV á heimasíðu sínari.

Við at taka ímóti koldioxidi úr øðrum londum og goyma tað í risastóru jarðarhelluni Utsira, 800-1000 metrar undir havsins botni, kann Norra sambært Teknisk Ukeblad fáa umleið 4.000 miljardir norskar krónur í inntøkum.

Utsira-hellan er 300 kilometrar long og 50 kilometrar breið úr poknutum sandsteini. Hellan strekkir seg framvið norsku strondini út fyri Bergen og Stavanger. Her hevur Statoil higartil goymt 12 miljónir tons av CO2, ið kemur frá gassfeltinum Sleipner.

Fyribils útrokningar vísa, at Utsirahellan hevur pláss fyri 40 miljardum tonsum av CO2. Hetta svarar til mongdina av koldioxidi, sum evropeisku orkuverkini og ídnaðurin framleiða yvir eitt 500 ára langt tíðarskeið.