At Føroyar áseta sær eginkvotur á bæði sild og makreli, er hvørja ferð blivið sera illa móttikið av Norra og ES, ið halda, at føroyingar gera ov nógv av, samstundis sum hvørki Norra ella ES vilja lata nakað burtur av sínum.
Nú fordøma norskir myndugleikar saman við fiskivinnukommiserinum í ES, Mariu Damanaki (myndin), at Føroyar, sum tey málbera seg, áseta sær eginkvotur, ið kunnu hótta fiskastovnarnar.
Norska kringvarpið sigur, at Føroyar í ár fara at tilluta sær sjálvum 23 prosent av kvotuni, ið ICES hevur mælt til, og at hetta forðar fyri allari burðardyggari veiðu.
Einsíðuga ásetingin av eginkvotum kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri stovnarnar, siga bæði Norra og ES.









