Norrønur tónleikur í Vági

Um enn ikki heilt norrønt, so standast tónleikatiltøk í kvøld av, at Norrøna liggur á Vági. Gjørt verður burturúr, nú Norrøna heldur vikuskiftiskvøldini í Vági.

Í kvøld spælir ungi og evnaríki Ólavur á Váli Olsen umborð, tá Norrøna fer av Havnini og til Vágs. Í Vági verður hildið áfram og Ólavur spælir umborð til nakað eftir miðnátt.

Ólavur er eittnú kendur úr bólkinum All In, ið gjørdi vart við seg við endurinnspælingini av "Vanja"..

Tá Naust letur aftur umborð, verður hildið fram í landi.

Bowlinghøllin á bryggjuni er opin frá klokkan 11:00 og á miðnátt fara tónleikarar á pall.

Tað sigst, at nógv ferðafólk er í Suðuroynni, nú Norrøna siglir, og eisini sigst, at fleiri nýta møguleikan at gista umborð. Eitt hanagleiv er av Norrønu og yvir í Bowlinghøllina, so væl skuldi ligið fyri hjá ferðafólki.

Í Bowlinghøllini í Vági spæla í kvøld Hjalmar og Dagfinn frá á miðnátt.