Framtaksgrunnurin er størsti partaeigarin í Smyril Line. Tað er greitt, eftir at íslendskia Austfar, føroyski Framtakgrunnurin og Tryggingarfelagið Føroyar hava játtað at seta tilsamans 60 milliónir krónur í nýggjum partapeningin í Smyril Line.
Samstundis boðar nevndin í Smyril Line, frá, at ætlaða avtalan við Fjord Line um at stovna ferjufelagið North Atlantic Line verður av ongum. Tó fara feløgini framhaldandi at samstarva á ymsum økjum, sum hava við vinnuna at gera, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line.
Í staðin er Smyril Line í samráðingum við stóra flutningsfelagið Blue Water, sum arbeiðir rættiliga víða um í Europa, um at stovna eitt felags farmafelag. Tann avtalan við at koma undir land og verður væntandi klár tann fyrsta apríl, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line.
Smyril Line fer at hava Norrönum sum siglandi partin av flutningskervinum hjá nýggja felagnum. Blue Water hevur rættiliga væl útbygt flutningskervi á landi. Feløgini fara at eiga hvør sína helvt av partapeninginum í nýggja flutningsfelagnum.
Við nýggju avtlauni um partapening tykist avgerðarætturin enn tryggari heima aftur í Føroyum. Framtaksgrunnurin, sum nú er størsti einstaki partaeigarin, eigur nú saman við Tryggingarfelagnum Føroyar og íslendska Austfar 62 prosent av samlaða partapeninginum í felagnum. Hetlendski menningargrunnurin, sum undan hesi avtaluni var størsti einstaki partaeigarin við góðum 30 prosentum av partapeninginum, eigur nú 20 prosent av partapeninginum. Hini 18 prosentini eiga aðrir smæri partaeigarar.