Norrøna verður tveir tímar seinkað Vegna vánaligt veður í Danmark, sum hevur verið um vikuskiftið, verður Norrøna tveir tímar seinkað í kvøld. Norrøna verður tískil á Havnini kl 01:00. Fráferðin verður klokkan 03:00 ella skjótast tilber.
Smyril Line heitir á ferðafólk við bili um at møta til innskriving seinast klokkan 23:00. Ferðandi uttan bil skulu møta í seinasta lagi klokkan 00:00 (á midnátt)
Tey, ið ynska meiri kunning, kunnu ringja á 21 59 09