Norrøna vendi aftur

Norrøna, sum tíðliga seinnapartin fór av Havnini við kós ímóti Íslandi, vendi aftur stutt eftir fráferð.

Orsøkin var, at tveir danir, sum komu við Norrønu úr Danmark í morgun og skuldu víðari til Íslands, vóru farnir í land og vóru ov seinir umborð aftur. Bilurin hjá teimum var umborð, men tá ið danirnir komu á bryggjuna, fór Norrøna frá landi.

Á Smyril Line forbarmaðu tey seg yvir teir báðar afturúrsigldu danirnar, og pressarin hjá Mest sigldi teir út til Norrønu, sum síðani kundi seta kós aftur ímóti Íslandi.

- Vanliga venda vit ikki eftir ferðafólki sum eru ov sein, men hetta var ein undantaksstøða, tí kvinnan hevði eitt hjartatól umborð, sum hon er bundin at. Tí hevði tað verið ómenniskjaligt ikki at fingið tey umborð aftur á Norrønu, sigur Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line.