Ferðavinna
Tey, sum ætla sær páskatúr til Danmarkar í ár, sleppa kortini við nýggj Norrønu. Hon kemur til Havnar sama dag, sum hon eftir upprunaligu ferðaætlanini skal sigla aftur til Danmarkar.
Eftir væleydnaða royndartúrin hjá Nýggju Norrønu í seinatu viku, stendur nú greitt, at hon verður handað Smyril Line av Flender Werft í Lübeck tann 7. apríl. Hon fer beinleiðis til Føroya og verður í Havn tann 10. apríl, sum eisini er dagurin, tá hon eftir ferðaætlanini skal sigla til Danmarkar á síni fyrstu páskaferð.
Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at vikurnar eftir páskir, verður pláss gjørt í feðraætlnini fyri serstøkum framsýningartúrum í Føroyum, Hetlandi og Íslandi, har almenninguin fær høvi at vitja umborð og síggja nýggja skipið.
Norrøna var tekniskan royndartúr í Eystrasalti í seinastu viku.Tekniska útgerðin og maskinútgerðin vóðru roynd. Eini hálvtannaðhundrað fólk vóru við skipinum hendan túrin, sigur Smyril Line. Tá siglt varð við fullari ferð, gekk Norrøna 22 míl.