Vána líkindi gera, at skiparin á Norrönu tók avgerð um at fara á Klaksvík, fyri betri at kunna halda ferðaætlanina, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line. Ferðafólkið við Norrönu, sum er á veg til Føroya, sleppa ein túr gjøgnum Norðoyatunnilin, tá tey koma í land í Føroyum ? um tey altso ikki búgva norðanfyri.
Fyri betri at kunna halda ferðaætlanina hevur skiparin gjørt av at stevna móti Ánunum og Norðhavnini hesaferð, tí líkindini í Havn og á Oyrareingjum eru ikki til vildar.
Vit hava tvær havnir, sum vit kunnu nýta í Tórshavnar kommunu, tað vanligu í Havn og so á Oyrareingjum. Í triðja lagi hava vit eina alternativa havn í Klaksvík í Norðhavnini, og tað er hetta alternativ, sum vit nú gera okkum dælt av, sigur Rúni Vang Poulsen.
Tey, sum ikki hava egnan bil, verða flutt til og úr Havnini við bussi.
Norröna kemur úr Íslandi, og hon leggur at nú um 14.30-tíðina.










