Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sigur, at verkfallið hjá teimum báðum feløgunum hevur bert við sær, at Norröna ikki sleppur avstað hóskvøldið.
? Vit ætla, at Clare skal taka farmin ístaðinfyri, og hon fer so avstað hóskvøldið ístaðin fyri fríggjakvøld, sum vanligt. Tað veldst um, hvussu langt verkfallið verður, men fyri fyrst merkir tað altso bert, at Norröna verður liggjandi, sigur Óli Hammer í stuttari viðmerking, tá Sosialurin hevði hann í telefonini úr Skipsmiðjuni í Lübeck.










