Í hesi løtu leggur Norrøna at í Havn eftir rokmikla túrin í Norðsjónum, har stórur skaði stóðst av ódnarveðrinum. Men tað ganga helst ein til tveir tímar, áðrenn ferðafólk sleppa í land
- Vit hava boðið øllum ferðafólkunum til fundar umborð kl 10:30, har vit fara at upplýsa tey um tryggingarviðurskifti og bjóða teimum kreppuhjálp, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril-Line.
Áðrenn ferðafólkini sleppa í land, skal bildekkið ruddast. Ferðafólkini mugu í land gjøgnum bildekkið, tí eitt farmaskip herfyri breyt landgongdina til ferðafólkini. Og eingin sleppur á bildekkið, fyrr enn tryggingin hevur tikið myndir, og dekkið er ruddað so frægt, at ferðafólk trygt sleppa í land.
Túrurin til Føroya úr Hetlandi hevur verið góður. Men avvarðandi hjá ferðafólkunum mugu bíða við tolni í ein ella tveir tímar afturat, áðrenn teirr kæru koma í land.










