? Vit eru sera fegin um at fáa nýggju Norrönu aftur í sigling, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sum var eitt av ferðafólkunum sum komu við Norrönu, tá hon trygt legði at bryggju í Havn mánamorgunin.
Óeydnudagurin, tá Norröna sigldi á land tríggjar ferðir, var hin 15. januar, og hevur skipið ikki verið í sigling aftur fyrr enn nú.
? Skaðin er afturgjørd, og tað hevur alt gingið eftir ætlan, sigur Óli Hammer.
Meðan skipið kortini var á skipasmiðju er garantieftirlit gjørt, sum annars ætlandi skuldi gerast seinni ? garantiið gongur út 7. apríl.
Óli Hammer sigur, at tað er ikki nakað stórarbeiði, sum er fevnt av garninum, men fleiri smáar ábøtur eru gjørdar.
? Vit hava havt fólk frá skipasmiðjuni við rættuliga ofta, tí nógvir smáir leysir endar hava verið, sigur Óli Hammer. Hann vísir á, at teir tóku skipið so tíðliga í sigling, og tá er altíð okkurt smáting eftir at gera.
Við Norrönu upp vóru nakað yvir 200 ferðafólk, einir 80 bilar og um hálvthundrað trailarar.
Skipari upp var Hendrik Hammer










