Norrøna hýsir veðurlagsgestum

Tá stóra veðurlagsráðstevnan verður í Keypmannahavn, verður tað við Norrønu sum hotellskipi. - Tilboðið var ov gott at siga nei til, og tú kanst siga, at vit tosa um eina upphædd, sum endar við milliónir.

Soleiðis sigur stjórin á Smyril Line, Peter S. Holm, við Sosialin, har hann váttar, at Norrøna verður hotellskip á stóru veðurlagsráðstevnuni.

Hetta merkir samstundis, at Norrøna ikki siglur ferðamannasigling millum 6. og 19. desmber, men viðskiftafólkini verða tó ikki slept á fjall kortini.

? Hetta hevur ligið í kortunum í eina tíð, og tí hava vit ikki selt ferðaseðlar til hesar túrarnar. Tó so. Tað eru eini 20, sum longu hava keypt ferðaseðlar, men tey fáa møguleika at flúgva og so frakta vit bilin fyri tey, um tað er neyðugt. Og so má eg leggja afturat, at tann 19. sigla vit aftur til Føroya.

? Vit hava eisini nøkur forpliktilsir til frakt, og hesi fara vit at halda, sigur Peter S. Holm við Sosialin.

Helst verður hetta seinasta avgreitt soleiðis, at Smyril Line leigar farmaskip til ta siglingina, meðan Norrøna liggur við bryggju í Keypmannahavn.