- Vit eru í tí hepnu støðu, at skipið er fuilt hvønn túr.
Tað sigur Peter Holm, stjóri í Smyril Line, tá vit fregnast um gongdina hjá felagnum.
Hann letur væl at árinum í síni heild.
- Hásesongina – juni, juli og august – hevur Norröna ført eini 1200-1300 fólk hvønn túr, meðan mynstrið í mai og serliga nú í september er heldur ørvísi, sigur Peter Holm.
Meðan hvørt kamar er fult í hásesongini, eru tað serliga meiri tilkomin fólk, sum ferðast við bili hvørju megin við, í mai og september.
- Talan er ofta um tilkomin fólk, sum ferðast tvey við bili, og sum so keypa eitt fýrakoyggju kamar, fyri at hava frið. So meðan bildekkið er fult, eru eisini kømurini upptikin. Vit flyta bara ikki 1200 fólk hvønn túrin, men eini 800, sigur Peter Holm.
Stóra talið av ferðandi merkir so eisini, at fleiri standa eftir og fáa ikki pláss fyri bilinum.
- Tað eru fleiri privatfólk, sum ringja og spyrja um pláss, men einasta vit kunnu siga er, at tey mugu vera fyrri úti við bíleggingini, sigur stjórin í Smyril Line.
Sær gott út
Trupulleikin hjá felagnum er framvegis veturin.
- Vit eru alla tíðina opnir fyri møguleikum hjá skipinum um veturin. Tað er tann tunga tíðin. Summarhálvárið hevur gingið eftir ætlan, og eftir at vit hava skorið órentablu ruturnar til Noregi og Skotland burtur, sær gott út hjá okkum, sigur Peter Holm.
Á aðalfundinum varð upplýst, at leiðslan roknaði við einum avlopi á 13 milliónir, og tann metingin sær út at halda.
- Botnlinjan verður munandi penari í ár enn hon var í fjør, og metta avlopið fara vit heilt víst at náa – um ikki okkurt heilt óvæntað hendir skeiva vegin, sigur Peter Holm.
Teimum stendur í boði at leiga Norrönu út í tvær vikur í desember, og tað er ein møguleiki, sum felagið illa hevur ráð til at siga nei til.
- Endalig støða verður væntandi tikin til hetta seinni í vikuni, men verður skipið leigað út, fer tað ikki at órógva jólatúrarnar, sigur Peter Holm.
Smyril Line leigar ein part av deksplássinum út til Smyril Blue Water, og hava sostatt eisini bundi seg at flyta frakt fyri felagið. Tí verður tað ein spurningur um at kombinera tað við eitt møguligt leigumál.
Óvist við Íslandi
Norröna siglir eisini upp á Ísland um summarið, og í fjør varð avgjørt eisini at sigla upp á grannarnar fyri vestan vetrarhálvárið. Men enn er støða ikki tikin til, hvussu verður eftir 1. oktober.
- Tað verður støða tikin til eftir 1. oktober. Vit fara at seta okkum í samband við farmafeløgini, og verður siglt upp á Ísland komandi vetur, verður tað gjørt í samráð við tey, sigur Peter Holm.
Eitt annað, sum støða verður tikin til fyrsta dagin, er hvør skal taka við sum sølu- og marknaðarleiðari, nú Jákup Sverri Kass fer til Atlantsflog at starvast.
- Eg havi ikki hug at siga so nógv um tað enn, men støða verður tikin til avloysaran í komandi viku, sigur Peter Holm.
Nú fyrsti oktober nærkast verður skorið burtur av manningini. Hon er størst teir tríggjar summarmánaðirnar, minkar í mai og september og er minst í vetrarhálvuni.