Sagt verður av Smyril Line, at bygt er uppí fyri at skipið skal vera støðugari undir sigling. Hetta munnu nøkur okkara, sum eru ring í sjóverki, gleða okkum um.
Skipið hevur fingið ein útbygning aftast, og hann er festur frameftir síðunum. Orsøkin til útbygningin er altjóða krøv, sum verða sett øllum ferðamannaskipum.
Hetta er tó ikki einasta broytingin við skipinum, tí onnur krøv altjóða vórðu eisini sett. Gjørd eru tvey vatntøtt skott á bildekkinum, so at bildekkið nú er í trimum deildum. Um vatn kemur í eina av deildunum ber til at forða fyri, at tað eisini kemur í hinar báðar, tí skottini eru vatntøtt.
Arbeiðið er gjørt í Danmark á skipasmiðjuni í Fredricia.