Hallstein Sigurðsson og Carita Bjørklund vóru afturvald í nevndina Norrøna Felagið hevði ársaðalfund í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hallstein Sigurðsson og Carita Bjørklund stóðu bæði fyri vali, og tey vóru bæði afturvald í nevndina.
Sóley Danielsen hevur tikið seg úr nevndini, orsaka av lestrarávum. Í hennara stað er komin Margretha Næss, sum higartil hevur verið tiltakslimur.
Í nevndini sita nú umframt Margrethu Næss, Hallstein Sigurðsson og Caritu Bjørklund, Eyðun Húsgarð og Eyrith G. Leyni. Nevndin skipar seg skjótast møguligt.
Høgni Djurhuus legði frá sær aftaná 8 1/2 ár sum skrivari í Norrøna felagnum. Ingi Samuelsen hevur tikið við partíðar starvinum, sum skrivari felagsins.
Norrøna felagið í Føroyum hevur umleið 300 limir.