Byggiráð í Saltangará er vorðið umboð hjá Norgeshus og fer framyvir at byggja sethús, summarhús og íbúðarhús hjá norsku ketuni í Føroyum.
- Hetta er ein ordans byrjan uppá nýggja árið, sigur Dag Runar Båtvik, stjóri í fyritøkuni.
- Byggiráð er ein spennandi fyritøka og eg gleði meg at læra bæði Øyvind Bjerkenes og Føroyar betur at kenna, sigur hann í tíðindaskrivi. Øyvind Bjerkenes er stjóri í byggiráð.
Øyvind Bjerkenes sigur, at hann hoyrdi um Norgeshus, tá ein kundi vendi sær til sín og spurdi, um teir kundu byggja eini hús úr vøruskránni hjá Norgeshus.
- Eg kannaði heimasíðuna hjá Norgeshus og bleiv ovfarin av arkitekturinum – eg haldi at hann skaraði framúr millum aðrar bústaðarveitarar. Aftaná at eg fekk meiri kunning um hugskotið handan fyritøkuna, setti eg meg í samband við Dag Runar Båtvik og spurdi, um teir høvdu umhugsað at byggja í Føroyum.
Í fjør vórðu trý fólk sett í starv í Byggiráð og Øyvind Bjerkenes sigur, at tey nú leggja seg eftir størri verkætlanum.
- Tà er gott at hava eitt størri felag sum Norgeshus við sær. Toymið við arkitektum, verkfrøðingum og marknaðarfólki gevur mær vissu um, at eg kann hugsa meiri um sølu og bygging.
Øyvind Bjerkenes sigur, at teir fara eisini at leggja seg meiri eftir at byggja sethús og íbúðir.
- Eg vænti, at bæði starvsfólkini og restin av samfelagnum fer at leggja til merkis, at Norgeshus kemur inn á føroyska marknaðin, sigur Øyvind Bjerkenes.
Byggiráð hevur arbeitt við fleiri miðalstórum verkætlanum seinastu tíðina, millum annað sambýlinum við Mylnutún í Klaksvík, miðnám á Kambsdali og sambýlinum á Blikagøtu í Runavík.









