Noreg vil av við plastikposarnar

Noreg blakar burtur eina miljard plastikposar um árið, og tað tekur náttúruni 100 ár at bróta niður ein slíkan posa Norski umhvørvisráðharrin, Erik Solheim, umhugsar at seta forboð ímóti nýtslu av plastikposum. Hann fer nú at hyggja eftir, um Noreg kann fylgja øðrum londum í stríðnum móti plastikki.

- Í Kina er bann fyri plastikposum, og í Írlandi hava tey lagt avgjøld á slíkar posar. Eisini í Avstraliu verður røtt um møguleikan at seta bann ímóti nýtslu av posum. Vit kunnu ikki vera verri enn onnur, sigur umhvørvisráðharrin.

Hann heldur, at alternativið til posarnar kann vera eitt net úr toyi ella eitt tjúkt plastiknet, sum fólk kunnu brúka aftur og aftur.

- Hetta letur seg gera í øðrum londum, sigur hann.

Umhvørvisráðharrin vónar, at okkurt hendir í hesum árinum ? antin sum samtykt í stórtinginum ella við samstarvi við handilsvinnuna.