Noreg vann dramatiskan dyst

Noreg vann á Rumenia aftaná longda leiktíð. Niðurlond knógvaðu Póllandi í hinari hálvfinaluni

Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur spælt seg í enn eina finalu. Sunnudagin fer norska liðið at spæla HM-finalu ímóti Niðurlondum í Boxen í Herning í Danmark.

 

Tað var ein tungur burður hjá norsku kvinnunum í gjár. Rumenia gav Noreg skarpan gang, og mátti longd leiktíð til, áðrenn sigurin var í hús.

 

Noreg var á odda 17-14 í steðginum, men Rumenia vildi ikki sleppa takinum, og tað vóru løtur í seinna hálvleiki har Rumenia fór framum.

 

Tá 60 minuttir vóru leiktir var støðan 27-27, og longd leiktíð mátti til.

 

Í longdu leiktíðini átti Noreg munin við einum og tveimum málum, og Camilla Herrem fekk æruna at skora seinasta málið til 35-33 sigur til Noreg. Norsku kvinnurnar stórfegnaðust aftaná dystin, meðan rumensku kvinnurnar iðraðu seg.

 

Niðurlond vunnu greitt 30-25 á Póllandi. Niðurlendsku kvinnurnar grundaðu sigurin í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru til hálvleiks vóru Niðurlond á odda 15-8.

 

Finalan millum Noreg og Niðurlond verður spæld sunnudagin klokkan 16.15. Bronsudysturin millum Rumenia og Pólland verður spældur klokkan 13.45.