Noreg vísir ræðandi styrki

Tað var ein bólkafinala, tá Noreg, sum skipar fyri EM saman við danmark, møtti Ungarn. Bæði liðini høvdu vunnið sínar tveir fyrstu dystir, so roknað var við einum rímiliga jøvnum dysti.

 

Men Noreg sum heild, og serliga málverjin, Katrine Lunde Haraldsen, tóku luftina púra úr Ungarn. Noreg dró beinanvegin frá, og við hálvleik var heimaliðið framman fyri 19-7.

 

Og einasta troyst hjá Ungarn í seinna hálvleiki var, at Noreg »bert« megnaði at skora 15 mál. Afturfyri fingu ungarsku kvinnurnar sjálvar bert 6 mál, so dysturin endaði við óhoyrdum 34-13 sigri til Noreg.

 

Einaferð í fyrra hálvleiki var Lunde Haraldsen uppi á einum bjargingarprosenti á 77, og hon endaði við imponerandi 68%.

 

Sjálvt ikki ein av heimsins bestu málverjum, Katalin Palinger, megnaði at halda norsku kvinnunum frá at skora, og hóast Noreg hevði eitt gott álopsspæl, so var ungarska verjan ikki tann allarbesta.

 

Bólkar C og D eru lidnir við sítt bólkaspæl, og púra óvæntað vann Svøríki bólk C, meðan Holland, Ukraina og Týskland øll endaðu á tveimum stigum. Innanhýsis málmunurin sendi ein av favorittunum, Týskland, til hús. Úr bolki D komu suverena Noreg, Ungarn og Frakland víðari, meðan Slovenia er sligið út.

 

Vinnarin av bólkinum fær fýra stig við sær í millumbólkin, tveyarin fær tvey, meðan triðja landi einki stig fær við sær. Tað merkir, at Svøríki og Noreg hava fýra stig, Holland og Ukraina tvey, meðan Ukraina og Frakland einki stig hava.

 

Bólkur A, har Danmark er, og B spæla sínar seinastu dystir í morgin.