Noreg víðari í EM-endaspælinum

Norska manslandsliðið megnaði í kvøld at leika seg víðari í EM, tá teir heima í Noregi, har alt endaspælið verður leikt, hølvaði Russland av við 32-21, eftir hálvleiksstøðuna 15-10.

Russland var væl við frá byrjan, men Noreg byrjaði so smátt at renna undan russum. Hetta serliga takkað níggju málum frá Frode Hagen, umframt FCK-málverjanum Steinar Ege, sum stóð ein branddyst, og hevði bjargingarprosenttalið omanfyri 60. Við sigrinum kann Noreg nú brynja seg til miðumfarið í kappingini.

 

Danmark spælir í løtuni móti Montenegro, meðan Svøríki og Ísland ikki skulu í dyst fyrr enn í morgin.