Norsku heilsumyndugleikin, Folkehelseinstituttet, mælir til, at norska stjórnin setir Region Hovedstaden – og harvið Keypmannahavn – á landsins reyða koronulista.
Tað skrivar Folkehelsiinstituttet á heimasíðuni. Fyrr eru Region Sjællan, Region midtjulland og Føroyar sett á reyða listan í Noreg.
– Seinastu tíðina er boðað frá munandi munandi meiri smittu í fleiri londum og landspørtum í ES.
– 17. august verða fýra nýggj lond í ES eins og Region Hovedstaden í Danmark sett á reyða listan, skrivar Folkehelsiinstituttet.
Tað er norska stjórnin, sum alment broytir status fyri lond og landspartar. Tað ger hon eftir tilmæli.
Myndugleikarnir mæla til, at eisini Bretland, Írland, Grikkaland og Eysturríki koma á listan.
Ferðandi til eitt land ella øki, sum er á reyða lista hjá Noreg, skulu í 10 daga sóttarhald, tá tey koma til Noregs.
Noreg hevur klárað seg nøkulund við smittuni. Tilsamans eru skrásett 10.004 smttað og 261 eru deyð av virusinum.
Eftir hækkandi smittutøl, harav fleiri vórðu smittað uttanlands, mælti Noreg mikudagin borgarum sínum frá øllum óneyðugum ferðum og broytti status fyri øll lond á grøna lista til gul.
– Smittuvandi er á øllum uttanlandsferðum, sjálvt ferðum, har Noreg ikki krevur sóttarhald, tá fólk koma heimaftur.
– Tað hevur týdning, at vit hugsa væl um ein ferð veruliga er nehyðug, segði Erna Solnberg, forsætisráðfrú. Uttanríkisráðið mælir dønum, sum ferðast til Noreg, um at vera varnir.
– Um tú fert til Noregs eigur tú at hava sjalprógv fyri, hvar í Danmark, tú býrt, til dømis gula sjúkratryggingarprógvið. Broytingarnar í sóttarhaldsreglunum hava millum annað við sær, at tú skal prógva, hvar í Danmark tú býrt, skrivar Uttanríkisráðið í ferðavegleiðingini.
/ritzau/