Noreg: Tveir mannleysir bátar í eitt samdøgur

Í Noregi var leiting eftir fólki í gjár, tá ein mannleysur bátur varð funnin í Bergensfjørðnum, og aftur í morgun er ein mannleysur bátur funnin í Oslofjørðinum.

 

Í gjár varð farið at leita eftir einum norskum útróðrarmanni í sekstiárunum, sum var farin í bátin á Bergens-leiðini um 12-14-tíðina. 

 

Tá báturin, ein opin aluminiumsbátur við viðfestimotori, varð funnin rekandi, varð stúrt fyri, hvat kundi vera hent manninum.

 

Leiting varð sett í verk við bæði bátum og tyrlu, og tað vóru eisini privatir bátar við í leitingini á leiðini, har báturin varð funnin.

 

Klokkan 00.15 síðstu nátt boðaði Høvuðsbjargingarsentralurin frá, at maðurin varð funnin, eftir øllum at døma í góðum standi, men kaldur.

 

Hann var komin í land á oynni, Hissøyna, og tað var manningin í einum bjargingarbáti, ið fann mannin uppi á landi.

 

Aftur í morgun er leiting sett í verk í Noregi, hesaferð í Oslofjørðinum, har enn ein mannleysur bátur er funnin rekandi. 

 

Stúrt verður fyri, at tann, sum hevur verið í bátinum, er dottin fyri borð. Ein telefon er funnin í bátinum, og nú verður roynt at finna út av, hvør eigarin er.