Noreg svarar Russlandi um vápnaveitingar

Í dag segði varauttanríkisráðharrin í Russlandi, Vladimir Titov, at norsku vápnaveitingarnar til Ukraina leingja kríggið. Nú svarar norska stjórnin aftur.

 

Russiski varauttanríkisráðharrin, Vladimir Titov, hevur hitt norska sendimannin í Moskva, Robert Kvile.

Tað var eftir ein fund millum norska sendimannin í Moskva, Robert Kvile og russiska varauttanríkisráðharran, Vladimir Titov, at statsriknað russiska tíðindastovan, Ria Novosti, segði, at norsku vápnaveitingarnar til Ukraina bara leingja um kríggið og elva til, at fleiri fara at doyggja.

 

Vladimir Titov varð endurgivin í russiska tíðindamiðlinum fyri at siga hesi orð. Men, í dag svarar norska stjórnin russum aftur.

 

- Russland valdi at byrja kríggið, og Russland kann velja at steðga krígnum við at leggja vápnini og taka seg úr Ukraina, sigur skrivarin í norska uttanríkisráðnum, Eivind Vad Petersson, við norska Dagbladet.

 

Hann leggur aftrat, at Ukraina stríðist eitt rættvíst verjustríð móti russiska hersetingarvaldinum.

 

- Álopskríggið hjá Russlandi móti Ukraina er bakgrundin fyri, at Noreg hevur latið og framvegis fer at lata Ukraina bæði vápnastuðul og annan stuðul. Hetta gera vit eins og okkara sameindu og onnur lond, sum standa Ukraina nær, gera, sigur skrivarin í norska uttanríkisráðnum.

 

Norski sendimaðurin í Moskva, Robert Kvile, váttar, at hann hevur hitt russiska varauttanríkisráðharran, Vladimir Titov. Hann sigur, at norski stuðulin til Ukraina varð nevndur, men hetta var ikki høvuðstema á fundinum teirra millum.

 

 

 

Russiski varauttanríkisráðharrin, Vladimir Titov, hevur hitt norska sendimannin í Moskva, Robert Kvile.