Noreg sum ein bananrepublikk

Fráfarandi ítróttarstjórin í FC Keypmannahavn er ein maður, sum kann siga tingini júst soleiðis, sum hann heldur verða greiðast. Niels-Christian Holmstrøm hevur mangan verið frammi við provokerandi og nærgangandi viðmerkingum, og nú stendur norska løgreglan fyri skotum. Niels-Christian skal í juli mánaði møta í rættinum í Bergen, tí hann er ákærdur fyri at harðskap og herverk ímóti einum myndamanni, sum vildi taka mynd av honum eftir ein fund í Bergen. Men Holmstrøm er ikki so at syfta.
 Eg havi kært málið til norska statsadvokatin, tí framferðin hjá løgregluni líkist nøkrum, sum kann henda í eini banarepublikk, sigur Holmstrøm.