-Hevur eitt skip fiskað ólógliga, skal heimlandið hjá skipinum fáa boð um tað, so tað kann taka sær av málinum. Tí áttu norðmenn at varskógvað sponsku myndugleikarnar, so teir kundu viðgjørt málið.
Tað sigur talskvinnan hjá ES í fiskivinnumálum, Mireille Thom, við Aftenposten, í sambandi við, at norska sjóverjan hevur tikið tveir spanskar trolarar á Svalbardleiðini. Trolararnir skuldu eitast at fiska rækjur, men tað vísti seg, at teir høvdu ávikavist 80 og góð 100 tons av svartkalva í lastini. Tí gjørdi norska sjóverjan av at taka báðar trolararnar inn til Tromsø. Tað fekk stjórnina í Madrid at senda boð eftir norska sendiharranum har.
Spanski fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðharrin, Elena Espinosa, hevur mótmælt norsku framferðini, og hon hevur fingið stuðul frá sínum starvsbrøðrum í hinum ES-londunum. ES ásannar kortini, at tað er neyðugt at hava eftirlit við fiskiskapinum við Svalbard, men at Noreg eigur at virða eftirlitið hjá teimum londunum, sum hava skip har.
-Eru trupulleikar við tí, mugu vit tosa um, hvussu eftirlitið skal skipast, sigur Mireille Thom við Aftenposten.
Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur uppá, at norska sjóverjan hevur borið seg rætt at, og hann væntar ikki, at Spania fer at gera álvara av hóttanini at leggja málið um teir báðar trolararnar fyri dómstólin í Haag, soleiðis sum spanskir fjølmiðlar hava skrivað teir seinastu dagarnar.