Hóast Noreg higartil er sloppið so nøkulunda í koronu-kreppuni í mun til grannalondini - og serliga í mun til Svøríki - so er stóra talið av smittaðum, sum Noreg hevur í løtuni, órógvandi.
Týsdagin vórðu skrásettir 935 nýggir covid-19 tilburðir í Noregi. Hetta er samstundis størsta tal yvir eitt samdøgur, síðan koronu-farsóttin tók seg upp. Hetta er eisini heili 412 tilburðir fleiri enn miðal fyri seinastu sjey dagarnar.
Miðaltalið av nýggjum smittutilburðum í Noregi seinastu vikuna hevur nevniliga ligið á 523. Fara vit júst eina viku aftur, hevði Noreg 693 nýggjar tilburðir týsdagin í síðstu viku - ella fyri einari viku síðan.
VG veit at siga, at vanliga verða færri staðfest smittað, tá heilidagar eru, og heimasíðan heldur, at jólafrítíðin eisini kann vera ein orsøk til, at fráboðaninar hava tikið longri tíð enn vanligt er.
Samlaða talið av smittaðum í Noregi er nú komið upp á 52.180, og sambært uppgerð hjá VG er í løtuni veksandi smitta í 54 kommunum. Í løtuni eru 135 fólk innløgd, og samlaða talið av deyðum er nú komið upp á 452.