Noreg og Ísland manna bólk B í HM-endaspælinum í hondbólti saman við Japan, Ungarn, Eysturríki og Brasil.
Bæði Noreg og Ìsland vunnu seks-máls sigrar í kvøld. Noreg vann 35-29 á Japan. Støðan í hálvleikinum var 18-13 til Noreg. Ole Erevik í norska málinum tók av møguleikanum, nú Steinar Ege meldaði avboð orsaka av magasjúku. Í norsku miðlunum fær Ole Erevik nógv rós fyri eitt framúr avrik.
Ísland vann 32-26 á Ungarn. Støðan í hálvleikinum var 14-11 til Ísland. Aron Palmarson var sera eyðsýndur hjá Íslandi, og hann skoraði átta mál í kvøld. Morgunblaðið nevnir eisini sterku íslendsku verjuna, sum ein avgerandi faktor fyri tí íslendska sigrinum.
Í morgin klokkan 15.30 spælir Noreg ímóti Ungarn. Klokkan 20 spælir Ísland ímóti Brasil, har íslendingar eru roknaðir at verða stórfavorittar.