Ein ætlan hjá londunum við Eystrasalt at banna tangaskipum við einkultum skrokki at sigla í Eystrasalti er farin fyri bakka í fyrsta umfari, tí Noreg og Russland vildu ikki taka undir við henni.
Myndugleikarnir í Oslo og Moskva halda ikki, at tað er rætt av londunum við Eystrasalt at taka eitt tílíkt stig, men at eitt tílíkt forboð heldur eigur at koma frá ST. Talsmaðurin hjá norska uttanríkisráðnum, Karsten Klepsvik, segði í gjár, at tað er umráðandi at hava felags reglur allastaðni í heiminum, tí reglur, sum bara umfata ávís øki, kunnu misnýtast sum eitt slag av handilsforðingum. Tí halda norðmenn og russar, at altjóða sjóvinnustovnurin IMO eigur at taka sær av málinum, og at eitt uppskot um nýggjar trygdarreglur eigur at koma haðani.
Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sigur, at londini við Eystrasalt ætlaðu at vera undangongulond á hesum økinum, men at hetta fyribils verður av ongum.