Noreg hevur fingið nýggja stjórn.
Fyrrapartin í gjár var formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, hjá Haraldi kongi og boðaði frá, at hann hevði skipað nýggja stjórn. Samstundis varð kongur kunnaður um politisku ætlaninar hjá stjórnini, og hvørjar ráðharrar teir tríggir flokkarnir høvdu valt í stjórnina.
Forsætisráðharri er sum nevnt Jens Stoltenberg úr Arbeiðaraflokkinum. Floksfelagi hansara Jonas Gahr Støre er uttanríkisráðharri, og forkvinnan í Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kristin Halvorsen, er fíggjarmálaráðharri. Forkvinnan í triðja samgonguflokkinum, Miðflokkunum, Aslaug Haga, er ráðharri í kommunu- og landspartamálum.
Í Føroyum er tað kanska serliga starvið sum fiskimálaráðharri, sum hevur áhuga. Tað starvið røkir Helga Pedersen úr Arbeiðaraflokkinum. Í komandi tíðum hevur ráðharrin í oljumálum kanska eisini okkara áhuga. Hann eitur nú Odd Roger Enoksen og er úr Miðflokkinum.