Noreg: Løgreglumaður 21 ár í fongsul fyri narko og mutur

Tað er eingin ivi um, at toppløgreglumaðurin var við til at smugla hassj og í mutri, sigur býarrætturin í Oslo.

 

Ein fyrrverandi løgreglumaður, sum hevði ábyrgd av deildini ímóti narko- og bandakriminaliteti í Noreg skal 21 ár handan rimarnar fyri at hava verið við til munandi hassjsmugling og mutur.

 

Tað avgjørdu dómararnir í býarrættinum í Oslo í gjar, skrivar tíðindastovan NTB.

 

Løgerglumaðurin er dømdur fyri at vera við til at smugla fleiri tons av hassji til Noregs og fyri mutur. Og prógvini ímóti honum eru so tung, at dómararnir hava dømt 60 ára gamla Eirik Jense í málinum.

 

Umframt løgreglumannin sat tann narkokriminelli Gjermund Cappelen á ákærubeinkinum í málinum. Teir báðir hava sambært ákæruni samstarvað um at fáa 13,9 tons av hassji til Noregs.

 

– Tað er prógva út yvir einhvønn rímuligan iva, sigur Kim Heger, dómari, í gongnumgongdini av dóminum.

 

– Tað avgerandi fyri skuldarspurningin er, at Eirik Jensen við sínum suðuli og hjálp hevur fingið tey at skilt, at hassjsmuglingnin hjá Cappelen hevur verið trygg, sigur Heger víðari.

 

Eisini í spurninginum um mutur er løgreglumaðurin sekur, siga dómararnir.

 

– Eirik Jensen skal dømast fyri mutur. Tað sama skal Cappelen, læs Heger sambært blaðnum VG.

 

Rætturin staðfestir, at Eirik Jensen hevur tikið ímóti gávum og kontantum pengum til eitt virði av 667.800 norskum krónum.

 

Tað tók drúgva tíð at lesa dómin. Byrjað varð klokkan 9:30, men tað var ikki liðugt fyrr enn klokkan 13:30.

 

Eirik Jensen fekk í starvstíð síni rós frá bæði kongshúsi og norska løgmálaráðharranum fyri síni avrik hjá løgregluni.

 

Sakin ímóti honum verður mett sum tann álvarsamasta ímóti einum løgreglumanni í Noreg nakrantíð.

 

Hann er dømur fyri at hava viðvirka til at innflyta 13,9 tons av hassji til Noreg frá 2004 til 2013.

 

Fá ár innan umfatandi smuglingina varð Eirik Jensen leiðari á serdeild í norsku løgregluni við ábyrgd fyri rokkaraumhvørvinum og narko- og bandarelateraðan kriminalitet.

 

Hann er eisini dømdur fyri at hava brotið vápnalógina.

 

Gjermund Cappelen er í býarrættinum dømdur 15 ára fongsul. Bæði hann og Eirik Jensen umhugsa nú, um teir skulu kæra dómin.

 

/ritzau/